Bólkurin Enekk, ið gjørdi vart við seg á fyrsta sinni í 1991 við sanginum ”Eru vit til?”, verður at hoyra í Mentanarhúsinum fríggjadagin 8. juni.
Bólkurin hevur skift manning við jøvnum millumbilum, og gjøgnum árini hava áleið fimtan tónleikarar bæði úr Føroyum og Bulgaria verið við á teirra konsertum og útgávum. Bulurin í bólkinum hevur tó verið støðugur og er mannaður av teimum trimum:
Kári Sverrisson, sang og gittar,
Óli á Grindafløtti, klaver, harmoniku og keyboard og
Agnar Lamhauge, kontrabass.
Tað eru eisini teir, ið verða við á konsertini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 8. juni. Tilfarið, teir fara at spæla, eru løg av útgávunum”Andlit hins tigandi” (1993), ”Ver sterk mín sál” (1994), ”Fýra nætur fyri jól” (1997), ”Meðan vit nærkast jørðini” (2004) umframt løg, ið ikki er givin út á fløgu.
Dyrnar lata upp kl 19.30