Skip to main content
Loading Tiltøk

Vælkomin á Mentanardagar 2018 – skráin

31. august, 2018 kl. 23:00 - 2. september, 2018 kl. 23:30

Vælkomin á Mentanardagar 2018
Faldari við skránni fyri Mentanardagar kom í øll hús í Eysturoynni gjárkvøldið. Faldarar eru eisini at fáa á Kunningarstovuni og her í Mentanarhúsinum. Vikublaðið hesa vikuna hevur nógv gott tilfar um Mentanardagar.

Nærri frágreiðingar um tiltøkini á Facebook/  Mentanardagar í Fuglafirði 

Eisini er kunning á heimasíðuni www.fuglafjordur.fo

Setanin er hósdagin kl. 17.00, men longu í kvøld, týskvøldið, er ein spennandi, almennur fyrilestur við framløgum og kjaki á skránni í Mentanarhúsinum kl. 20.00: “Fuglafjørður visión 2050” Jón Brian Hvidtfeldt leiður kvøldið.

Góðar Mentanardagar!

Blaða í skránni!

 

Útgreining

Start:
31. august, 2018 kl. 23:00
End:
2. september, 2018 kl. 23:30
Tiltak bólkur: