Heintar Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Enekk á Mentanardøgum

5. september, 2025 kl. 19:00

Fríggjakvøldið 5. september eru Mentanardagar í Fuglafirði. Tá kemur Enekk, at spæla.
Bólkurin Enekk varð stovnaður í 1991, og hevði lagið “Eru vit til?” við á útgávuni “Amnestytónum” sama árið. Árini 1993-2004 gav Enekk fýra fløgur út. Hóast aðrar útgávur ikki eru komnar frá bólkinum, hevur hann verið at hoyrt á konsertum í Føroyum og uttanlands við longri og styttri millumbilum síðani tá.
Bulurin í bólkinum hevur verið Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli á Grindafløtti, klaver, synth og harmoniku. Umframt teir vera Høgni Klakkstein, trummur, og Heðin Ziska Davidsen, el-gittara og elektronikk, við á konsertini í Mentanarhúsinum. Høgni spældi trummur og ásláttur á fyrstu útgávuni hjá Enekk, “Andlit hins tigandi”, og Heðin var við á útgávuni “Meðan vit nærkast jørðini,” ið er seinasta útgávan hjá bólkinum.
Tilfarið, ið verður at hoyra í Mentanarhúsinum, verða sangir av teimum fýra útgávunum, umframt nýggjari sangir, ið ikki eru útgivnir

Konsertin er partur av skránni fyri Mentanardagar. Til ber at keypa sær armband, sum gevur atgongd bæði til hesa konsertina og konsertina sum er leygarkvøldið 6. september við m.ø. Danny & The Veetos, Bárður á Lakjuni, Døgg Nónsgjógv, Bolstad og øðrum.
Keyp armband/atgongumerki til Fríggjakvøldið og Leygarkvøldið í Mentanarhúsinum her

Kostnaður í forsølu
Vaksin (18+): 200 kr + 10 kr avgj.
Ung (13-17): 100 kr + 10 kr avgj.
Børn: Ókeypis

Kostnaður við dyrnar:
Vaksin (18+): 250 kr
Ung (13-17): 125 kr
Børn: Ókeypis

Útgreining

  • Dato: 5. september, 2025
  • Nær / kl.:
    19:00
  • Tiltak bólkur:

Stað