EYKAKONSERT BINGO!

EYKAKONSERT – sitikonsert
Sunnudagin 6. september kl 19.00
BINGO! er ein sjónleikakonsert har tónleikaheimurin hjá Niels Midjord er miðdepilin.
Niels verður heiðraður í øllum, frá rokki til pop og blues.
Tónlistarlig tilrættislegging: Dánjal á Neystabø
Leikstjórn: Kjartan Hansen
Á palli:Kjartan Hansen, Dánjal á Neystabø, Høgni Lisberg, Benjamin Petersen, Guðrið Hansdóttir, Bárður Reinert og Marius D.C.
Hendan eykakonsertin hevur bara eitt slag av atgongumerkjum. Hon verður sett upp sum ein sitikonsert. Nakað av caféborðum og nakað av stólarekkjum. Tað eru eingi føst pláss. Tann sum kemur fyrst fær tey bestu plássini.



