Heintar Tiltøk

« Øll Tiltøk

Ævintýraferðin: Lear Kongur!

9. oktober kl. 17:00 - 17:50

Lear Kongur í Mentanarhúsinum
Ein snedig, syrgin og stuttlig Shakespeare-søga fyri børn

KEYP ATGONGUMERKI HER

Hvat hendir, tá ein gamal kongur skal býta sítt kongaríki millum tríggjar døtur, sum als ikki skikka sær, sum ein kundi vænta av kongaligum døtrum?

Kom við inn í undrunarverda heimin hjá Lear Kongi, har kærleiki, svik, ørskapur og óvæntaðar hendingar ganga hond í hond.

Tað eru teir báðir Dánjal og Búi frá Ævintýraferðini, sum við tónleiki, leiklist og hugflogi siga børnunum søguna um Lear Kong — bygda á kenda leikverkið eftir William Shakespeare.

Lear Kongur hevur tríggjar ómetaliga óargaligar døtur, sum skikka sær so illa, at alt at enda fer av sporinum. Kongurin verður púra ørur í høvdinum og rýmir úr síni egnu kongshøll.

Men hvat gera døturnar við hann?
Tað mást tú koma í Mentanarhúsið at finna út av! 👑

Við tónlistarligum og leiklistarligum snildi geva Dánjal og Búi børnunum eina livandi og stuttliga inngongd til heimin hjá Shakespeare.

Hóskar seg best til børn frá 5 ár og upp. (Hetta er Shakespeare, so fólk doyggja og tað kann vera eitt sindur tragiskt og ógvusligt til tíðir.)

📍 Mentanarhúsið
📅 Fríggjadagin 9. oktober kl. 17
🎟️ KEYP ATGONGUMERKI HER

 

Útgreining

  • Dato: 9. oktober
  • Nær / kl.:
    17:00 - 17:50
  • Tiltak bólkur: