Marius Ziska telist millum teir dugnaligastu og best dámdu sangararnar/sangskrivararnar í landinum. Serliga seinnu árini hevur hann veruliga funnið stevið og javnvágina og hevur skrivað betri sangir enn nakrantíð – bæði á føroyskum og enskum. Við frálíka bólkinum afturat sær hevur Marius Ziska eina framúr góða uppseting sum hevur lyft hann upp á føroysku tindarnar og langt út í heim bæði við útgávu og á konsertferðir.
Kostnaður á 100,- kunnu keypast her
GG Konsertin er ókeypis fyri tey, ið hava armband til Harmonikutreffið, men eisini tey mugu hava atgongumerki – hesi fáast á Kunningarstovuni