Skip to main content
Loading Tiltøk

Samrøður um tónleik – Teitur Lassen

18. januar, 2017 kl. 20:00

TEITUR LASSEN verður gestur til ársins fyrsta “Samrøður um tónleik” mikukvøldið 18. januar. Vit kava niður í spennandi yrkisleiðina hjá Teiti við serligum denti á nútíðina og tað, sum hann hevur fingist við seinnu árini. M.a. frætta vit nærri um “Confessions” útgávuna hjá Teiti og amerikanska tónaskaldinum Nico Muhly, ið var útgivin á amerikanska plátufelagnum Nonesuch í oktober 2016.
“Samrøður um tónleik” er ætlað øllum við áhuga fyri tónleiki og sum vilja hoyra meira um tankarnar aftanfyri tónleikin. Knút fer í eini fyrilestrar- og samrøðurøð at práta við ymsk tónleikafólk, sum onkursvegna hava sett síni spor. Vit hoyra helst okkurt lag eisini hvørt kvøldið. Skráin verður lýst seinni.

Til ber at tekna seg á telefon 238010 ella bara møta upp. Kvøldini kosta 50,- kr hvørja ferð ella 200,- kr fyri alla røðina

Útgreining

Dato:
18. januar, 2017
Nær / kl.:
20:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530