Jazzbólkurin Ma’másita gav í septembur út fløguna STANDARDS.
Fríggjakvøldið 16.des. fara tey at framføra løg av fløguni, umframt onnur góð, kend jazzløg.
Bólkurin er mannaður av Biritu Adelu og Mike á sangi, Mortan Zachariassen á saxofon, Hans Pauli Tórgarð á guitar, Agnar Lamhauge á bassi og Brandur Jacobsen á trummum.
Atgongumerkir á 150,- kr fáast við dyrnar ella her
Vit gleða okkum at bjóða Ma’másita vælkomnum í Mentanarhúsið
Sjálvandi verður kafein eisini opin, so okkurt lekkurt verður at fáa