Týsdagin 9. mai verður frumsýning av nýggja filminum hjá Zacharias Hammer og Signar á Brúnni um gomlu vinnufyritøkurnar í Fuglafirði.
Hetta er seinnii av tveimum filmun, ið taka støðið í farnu tíð, tá Fuglafjørður veruliga fjølgaðist.
Filmurint ‘Gomlu vinnufyritøkurnar’ er um stóru og týdningarmiklu arbeiðsplássini tá á døgum, Gomlu Smiðju og Gomlu Beding, og um spírarnar til nýggjaru virkini í Fuglafirði.
Hin fyrri filmurin er um gomlu handlarnar í Fuglafirði, sum vóru Piddasahandil og Handilin hjá Haraldsen. Filmurin verður vístur mánakvøldið kl. 19.
Filmarnir byggja á samrøður, sum vóru gjørdar við fólk, sum vóru á hesum arbeiðsplássunum í fimti- og sekstiárunum. Flestu samrøðurnar vóru gjørdar í sambandi við nakrar kvøldsetur í Mentanarhúsinum fyri nøkrum árum síðani. Nógvar gamlar myndir eru eisini at síggja í filmunum, eins og vitjað verður á nýggju virkjunum. Signar á Brúnni eigur hugskotið til filmarnar og Zacharias Hammer hevur staðið fyri upptøkunum.
Filmarnir eru góðar tveir tímar langir. Í steðginum vera kaffi, te og køkur at fáa, so fólk kunnu fáa eitt gott prát um gomul minnir.
Atgongumerki á kr. 100 kunnu keypast á kunningarstovuni í Fuglafirði. Tað ber til at bíleggja sær eitt eintak av filminum ella filmunum, tá sýningarnar eru í Mentanarhúsinum. Annar kostar kr. 100, meðan báðir fáast fyri kr. 150.