Skip to main content
Loading Tiltøk

SVIMJIHYLSKONSERT VIÐ HETTARHER

2. september, 2017 kl. 20:30 - 21:30

. Í ár hava fyrireikararnir boðið spennandi duo bólkinum Hettarher at framføra í Svimjihylinum

Tiltiknu Svimjihylskonsertirnar í svimjihylinum í Fuglafirði eru ein afturvendandi táttur á Mentanardøgunum.
Áður hava nøvn sum Høgni Lisberg, Greta Svabo Bech, Budam og Astrid og Stanley Samuelsen havt væl eydnaðar framførslur á staðnum. Í ár hava fyrireikararnir boðið spennandi duo bólkinum Hettarher at framføra.

Hettarher er ein ein elektroniskur/akkustiskur bólkur úr Tórshavn. Limirnir Andreas Restorff og Torleik Mortensen hava megnað at smíðað eitt heilt spektrum av klangum burturúr akkustisku ljóðførunum cello og kontrabass og elektroniskari útgerð. Hetta á ein hátt, ið dregur teg inn í ein heim, har minimalisma møtir spektralismu og nattúra metur industrialismu. Hettarher er ein huglagsrík og dragandi tónleikauppliving, ið hóskar seg stak væl til serstøku karmarnar í svimjihylinum.

Mynd: Ditte Mathilde Joensen.

Útgreining

Dato:
2. september, 2017
Nær / kl.:
20:30 - 21:30
Tiltak bólkur: