Leygarkvøldið 2. september er lagt upp til eina lívliga tónleikaliga veitslu, tá tvey frálík norðurlendsk elektronisk nøvn vitja. Svenski TM404 leverar techno, dub og ambient, meðan Orka kemur við sínum heilt serliga elektroniska heimi.
TM404
Handan TM404 stendur svenski elektroniski tónleikarin Andreas Tilliander. Síðani aldarskiftið hevur Tilliander sett sítt slóðandi frámerki á elektroniska tónleikapallin. Techno, dub og ambient renna hegnisliga saman í hansara gjøgnumførda tónlistaliga alheimi.
TM404 verkætlanin hevði sína live debut á legendariska og heimsgitna techno klubbanum Berghain í Berlin í januar 2013. Síðani hevur verið borgað fyri sveittandi intensum framførslum kring heimin. Her er ikki talan um nakra “ein maður við eini farteldu” uppliving, tvørturímóti. Høvuðsljóðførini á palli eru tríggir klassiskir Roland TB-303 bass synthar og ein røð av trummumaskinum, effektum og samplarum.
Orka
Orka hevur flutt seg langt seinastu 10 árini, frá einum bólki, ið bygdi síni egnu ljóðføri, og spældi konsert í einum fjósi, til eitt djarvt og reinsandi elektroniskt ljóð, ið hevur vunnið teimum fjepparar kring allan heim, umframt tvinnar tilnevningar til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Á nýggjastu útgávuni samstarvar Jens L. Thomsen aftur við Oktopus um at sampla og broyta sjálvbygdu ljóðførini til eitt slag av neanderthalskum techno, við ljóðum, funnum í New York, London og Føroyum. Á konsertini í Fuglafirði, vera tað Jens L. Thomsen og Francine Perry, ið manna bólkin.
Konsertin er leygarkvøldið 2. september kl. 22 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, konsertin er partur av norðurlendska tónleikaátakinum hjá Norðurlendska Mentanargrunninum: Puls, ið stuðlar live tónleiki í Norðurlondum. Mentamálaráðið hevur somuleiðis stuðlað.