Skip to main content
Loading Tiltøk

Eivør og Sóley í Mentanarhúsinum

3. september, 2017 kl. 21:00 - 23:00

Frálíka røðin av Puls dupultkonsertum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði endar við einum inniligum kvøldi við okkara egnu Eivør og íslendsku Sóley sunnukvøldið 3. september. 

Hetta er ein serstakur møguleiki at uppliva Eivør við bólki í Føroyum, tí umframt eina stovukonsert, er hetta hennara einasta konsert í summar. Vit hava nógv at gleða okkum til. Hon og bólkurin eru í frálíkum formi. Síðan enska útgávan av Slør varð útgivin í Bretlandi í mai 2017, hevur Eivør m.a. framført á Jools Holland tónleikasendingini á BBC og spælt eina útselda konsertferð í Bretlandi. Seinni í ár skal Eivør aftur til Bretlands á konsertferð, men fyrst verða hon og bólkurin at uppliva á palli í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 

Eins og hini kvøldini hevur føroyska navnið fingið høvið at bjóða einum norðurlendskum bólki við. Eivør hevur valt íslendsku sangarinnuna og sangskrivarin Sóley.  

Sóley gjørdi av fyrstantíð vart við seg í indie-folk bólkinum Seabear, men seinni er hon vorðin kend sum solo artistur við trimum plátum og trimum EP útgávum á baki. Nýggjasta Sóley útgávan Endless Summer kom í mai 2017, og er eins og tær undanfarnu útgivin á virda týska indie plátufelagnum Morr Music. Á útgávuni hevur Sóley skrivað um vón og vár í yndisligum hami. Á konsertini á Mentanardøgunum framførir Sóley sum duo.

Konsertin er 3. september kl. 21, tað er aftaná landsdystin. Konsertin er partur av norðurlendska tónleikaátakinum hjá Norðurlendska Mentanargrunninum: Puls, ið stuðlar live tónleiki í Norðurlondum. Mentamálaráðið hevur somuleiðis stuðlað.

Hentar leinkjur

Eivør á Spotify: 

Eivør á Youtube: 

Eivør á Facebook: 

Eivør heimasíða:

 

Sóley á Spotify: 

Sóley á Youtube: 

Sóley á Facebook: 

Sóley heimasíða: 

Útgreining

Dato:
3. september, 2017
Nær / kl.:
21:00 - 23:00
Tiltak bólkar:
,