Skip to main content

Harmonikufestivalur verður í døgunum 26.-28. aug.

Luttøkan verður eins og undanfarin ár, bæði við føroyskum og útlendskum spælarum. Umframt konsertir og dans, vera eisini væl umtøktu sangtiltøkini. Leypandi kunning verður á facebook síðuni Harmonikufestivalur í Fuglafirði og á heimasíðuni www.harmonikufestivalur.fo
Atgongumerki/armbond fáast á www.atgongumerki.fo

Komandi vikuskifti verða Mentanardagar 2022 á skránni. Skráin er um at vera klár, og verður skjótt løgd út her á síðuna, men fyrst fara vit at hugna okkum saman við Fuglafjarðar Harmonikufelag og øllum gestunum á Harmonikufestivalinum.

Fuglafjarðar kommuna ynskir fyriskiparunum og øllum gestunum góðan Harmonikufestival 2022