Skip to main content
Loading Tiltøk

4 dagar á rað við Leif Sørensen í Mentanarhúsinum

5. september, 2019 kl. 15:00 - 8. september, 2019 kl. 17:00

Í nøkur ár hevur tað verið fastur táttur hjá fleiri at fara út at eta eina gourmet máltið frá Leif Sørensen á Mentanardøgunum.
Leif hevur havt pop-up matstovu á ymiskum, forkunnugum støðum í Fuglafirði, har vitjandi hava fingið høvi at royna eina spennandi matarskrá við fleiri spennandi rættum. Hesi matstøðini hava ofta verið smá og køksviðurskiftini eitt sindur avbjóðandi fyri ein royndan kokk. Men í ár fer Leif at hava eina meira óhátíðarliga kafé í Mentanarhúsinum og fær góða køkin har at dusa sær í.

Upplatingartíðirnar hjá honum vera væl longri, enn vit hava verið von við, og sostatt fáa enn fleiri møguleikan at royna framúr góða matin hjá Leif. Kaféin fer at bjóða eina meira fjølbroytta matarskrá, sum kann gleða ein stóran skara av gómum.

Leif byrjar longu hóskvøldið, tá fleiri leskiligir nátturðarættir og salat verða at velja ímillum fyri ein sámuligan prís. Hetta er eitt upplagt kvøld hjá familjuni at taka sær av løttum í hugnaligum kørmum, áðrenn Mentanardagarnir av álvara byrja.

Fríggjadagin verður longu opið á døgurða við góðum rættum at velja ímillum, so her er upplagt hjá arbeiðsplássum at fara út at eta saman ella hjá vinfólkum at hittast eina løtu. Opið er allan dagin við góðum tilboðum, og um kvøldið ber til at fáa sær eina tvey- ella trý-rætta úrvalsmatarskrá áðrenn Eivør konsertina.

Leygardagin er kaféin opin allan dagin, og byrjað verður við einum góðum brunch-borðið. Seinnapartin er kaffi og køkur á skránni, og um kvøldið er aftur ein góð tvey- ella trý-rætta matarskrá.

Sunnudagin ber aftur til at fara út at eta ein góðan døgurða við tveimum ella trimum rættum ella at fáa kaffi og køku.

Av tí at matarlepin broytist hvønn dag, ber til at eta hjá Leif fleiri ferðir og framvegis royna okkurt nýtt.

Útgreining

Start:
5. september, 2019 kl. 15:00
End:
8. september, 2019 kl. 17:00
Tiltak bólkur: