Á hugnaliga Bókasavninum í gamla skúlanum frá 1882, sum liggur so tignarliga við vegin millum bátahylin, miðstaðarlundina og kirkjuna, plaga eisini at vera ymisk mentanarlig tiltøk á Mentanardøgunum.
Hósdagin 5. september kemur filmmakarin Theresa Jákupsdóttir á vitjan at vísa okkum dokumentarfilmin Verkir. Filmurin er ein verkætlan hjá henni og systurini, Karina Jákupsdóttir, um gongdina í Føroyum frá teirri tíðini, tá tað at eiga var ein privat hending, sum gekk fyri seg í heiminum, og har jarðarmóðirin kom til kvinnuna og ikki øvugt, til ta tíðina, tá tað gjørdist alt meira vanligt at kvinnan fór á sjúkrahúsið at eiga og vakthavandi jarðarmóðurin kom inn á stovuna. Í dag sæst eitt vaksandi rák, har kvinnur heldur vilja eiga heima aftur. Filmurin er bygdur á samrøður við jarðarmøður, kvinnur sum hava átt, lækna og pápa, umframt hagtøl. Hetta er ein sera góður dokumentarfilmur, og tað stuttliga er, at fleiri kvinnur úr Fuglafirði eru við – bæði ein jarðarmóður, ein mamma við nógvum børnum og ymiskum royndum við føðingum og ein ung mamma, sum valdið at eiga næsta barnið heima.
Avmarkað pláss er til sýningina.