Skip to main content
Loading Tiltøk

Eivør

6. september, 2019 kl. 20:00

Fríggjadagin 6. september verður høvið at uppliva eina heilt serliga standikonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað er Eivør sum hevur lagt leiðina heim til Føroya at framføra tvær solokonsertir, har onnur er í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og hin er á Fiskastykkinum í Sandavági.
Seinastu árini hevur Eivør í stóran mun framført við bólki, men komandi hálvár fer hon í mestan mun at arbeiða við at leggja seinastu hond á nýggja fløgu, ið kemur út næsta ár, og harumframt hevur hon valt at gera nakrar solokonsertir, bæði heima í Føroyum og úti í heimi.

Fyrsta solokonsertin av trimum í Føroyum var í juli á Maggies í Nólsoy. Kinna Poulsen ummælti hesa konsertina m.a. soleiðis: “Tað eru ómetaliga fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi hátt, sum Eivør megnar. Tað ger hon við eini rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan dag….. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rørandi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi autoriteturin vakti í okkum.  Ummæli kann lesast í fullari longd her:

http://www.listaportal.com/tidindi/2019/7/20/heilt-erligt-eivr

Konserterinar í Mentanarhúsinum og á Fiskastykkinum verða einastu høvi at hoyra Eivør, til hon í næsta ár kemur út við nýggjari fløgu.

 

 

Útgreining

Dato:
6. september, 2019
Nær / kl.:
20:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530