Skip to main content
Loading Tiltøk

Kassabilakappkoyring

7. september, 2019 kl. 10:00 - 14:00

Nú er at finna hamara og sag fram, tí á Mentanardøgunum í ár verður aftur kappkoyring við kassabilum í Fuglafirði.
Kappast verður í longu undanbrekkuni inn til bygdina frá Breiðá og inn til Mentanarhúsið. Kappingin verður býtt upp í bólkar, og til ber til dømis at gerast kvikasti borgarstjóri, kvikastu feðgar/møðgur, kvikasta fyritøka, ella kvikast í opna bólkinum.

Tíðartaking er á 1,6 km langa teininum, og tey við bestu tíðunum enda í elitubólkinum.
Kappkoyringin endar við finalu, har elitubólkurin kappast um at finna skjótasta kassabilin í landinum.

Kappingarkontórið, har ein tilmeldar seg til kappingarnar, verður inni í Pitsa 530 frá kl 09.00.

Sí yvirlit yvir ymisku kappingarnar:

Kvikasta baby

Kvikastu tannáringar stuttbreyt

Kvikastu Abbar Langbreyt

Kvikastu feðgar/møggur stuttbreyt

Kvikasta fyritøka langbreyt

Kvikasti skúla flokkur stuttbreyt

Opin bólkur langbreyt

Útgreining

Dato:
7. september, 2019
Nær / kl.:
10:00 - 14:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530