Við snedigum søgum og stuttligum sangum, fara Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam at framføra í Mentanarhúsinum í Fuglafiðri sunnudagin t. 22.10. kl. 16:00.
Tey seinastu 20 árini hava teir báðir, Dánjal og Búi, skrivað eitt ótal av barnasangum. Vit kenna øll Grækaris Grashøvd, Snedigt og Bob tann feiti rúmdargrísurin, sum í dag eru at kalla fólkaogn. Eisini fara vit m.a. at hoyra sangir sum Flenn, (sum snýr seg um at flenna), Kom og Dansa (sum snýr seg um at dansa) og Sørin (sum snýr seg um Sørin).
Um Ævintýraferðina:
Í 2009 vann Ævintýraferðin M.A. Jacobsens barnabóka- heiðurslønina. Til handanina hevði Heðin Mortensen, táverandi borgarstjóri, hetta at siga um leikbólkin: “Í Ævintýraferðini hjá barnagóðu sjónleikarunum og tónleikarunum er samanspælið hendinga væl funnið uppá. – Ferð aftan á ferð hava teir við sínum snildu, stuttligu og skemtiligu framførslum rúnarbundið børnini. Børnini lofta eini leikandi orðaflóð, ið myndar einføld rím, søgur og tónleik á høgum stigi. Tað sermerkta við “Ævintýraferðini” er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi, ævintýrkendar hendingar uppí. Ævintýraferðin er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.”
Kostnaður 100,-
Vælkomin í Mentanarhúsið