Skip to main content
Loading Tiltøk

Avlýst – Dupultkonsert við IKI og Jósef Zachariassen Kvartett

25. januar, 2019 kl. 20:00 - 22:00

Ætlaða konsertini í Mentanarhúsinum, konsertin við IKI og Josef Zachariassen Kvartet, verður tíanverri avlýst.
Virðislønta orkestrið IKI er samansett av 5 songkvinnum úr Danmark, Norra og Finlandi. Tær funnu saman í 2009 og hava síðani framført og túrað ymsastaðni í Noðurlendsku londunum og longur niðri í Europa.

IKI fær íblástur úr tónleikagreinunum popp, klassiskum, jazz og avantgarde. Tó endurspeglast djúpu norðurlendsku røturnar eisini í tónleikinum.

IKI gav út triðju fløgu teirra ORACLE í 2018 í samstarvi við danska framleiðaran Mike Sheridan. Í fløguni ORACLE verða elektronisk elementir blandaði við norðurlendsku kjarnuna í bólkinum. Tónleikurin er eksperimenterandi og improviserandi, har nýggjar tónalegur og ljóð taka lurtaran við á ókendar leiðir.

Jósef Zachariassen Kvartett
Josef Zachariassen Kvartett er mannað av Jósef Zachariassen, Olga Amelchenko, Amund Kleppan, og Vidar Starheimsæter.

Kvartettin spælir kompositiónir eftir føroyska Jósefi, sum frágreiðir stíl sín soleiðis:

“Hevði Bartók voksið upp í nútíðar New York hevði stílurin kanska líkst. Tónleikurin lænir elementir frá evropeisku klassisku mentanini, og er samstundis einisi grundaður í amerikansku jazz mentanini. Úrslitið er ein blandingur av klassiskum melodium og harmonium við einari sterkari rútmu”.

 

 

Útgreining

Dato:
25. januar, 2019
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Tiltak bólkar:
,