Mikukvøldið 23. januar 2019 verða virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2018 handaðar. Í ár verður handanin á almennari samkomu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Virðislønirnar verða tríggjar í tali:
Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Hesar somu virðislønirnar vórðu eisini handaðar í fjør. Tá fekk Barbara í Gongini mentanarvirðisløn landsins, Frits Johannesen fekk heiðursgávu landsins og Konni Kass fekk virðisløn til ungt listafólk.
Sum siðvenja er, verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.
Í ár verður tað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. januar kl 19.00.
Øll eru vælkomin.