Skip to main content
Loading Tiltøk

AVLÝST ! Summartónar við Atla Ellendersen & Jóhannes Andreasen

26. juni, 2022 kl. 20:00 - 22:00

Tí verri verða vit noydd at avlýsa konsertina í kvøld.  Grundin er at Jóhannes hevur fingið staðfest Korona.
Vónandi kemur hendan spennandi konsertin á skránna aftur skjótt.

Jóhannes Andreasen lærdi sum smádrongur klaverspæl hjá Rigmor Restorff í Havn og tók seinni útbúgving á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien. Umframt at vera í fremstu røð sum klaverleikari hevur Jóhannes m. a. verið virkin sum klaverlærari, teorilærari, útvarpsvertur og  kórleiðari.

Atli Ellendersen hevur lært violinspæl hjá Arne Svendsen í Danmark og hjá Prof. Max Rostal í Sveis. Hann tók Bachelor í violinspæli umframt Master og PhD í tónlistafrøði í Brasil. Hann hevur verið virkin í ymiskum orkestrum, m.a. sum konsertmeistari og listarliður leiðari.

Útgreining

Dato:
26. juni, 2022
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Tiltak bólkur: