Skip to main content
Loading Tiltøk

4-rætta matskrá og dupultkonsert.

1. juli, 2022 kl. 18:00 - 23:00

Fríggjakvøldið á Varmakeldu verður ovari salur í Mentanarhúsinum ein matstova frá kl. 18.00, har Birgar Larsen fyrst borðreiður við einum brellbita, síðani kemur ein toskarættur til forrætt, føroyskt oksakjøt til høvuðsrætt og omaná verður ein heimagjørd dessert. Vínkúllarnir hava tilsett vín til allar rættirnar, so tað verður kvalitetur við kvaliteti afturvið.

Kl. 20.00 letur veggurin upp oman í niðara sal, har Son of Fortune standa á pallinum og aftaná teir koma Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen á pallin.

Tey sum keypa sær atgongd til matin í ovara sali, sleppa at njóta konsertirnar við borðið alt kvøldið.

Seinasta freist at keypa atgongumerki til ovara sal er mikukvøldið tann 29. juni á midnátt.
Kostnaður:
650,- fyri 4 rættir og dupultkonsert
995,- fyri 4 rættir, vínskrá og dupultkonsert

Útgreining

Dato:
1. juli, 2022
Nær / kl.:
18:00 - 23:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530