Skip to main content
Loading Tiltøk

Býráðsfundur nr. 07/2018

21. juni, 2018 kl. 19:00 - 21:00

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 07/2018Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 21. juni 2018 kl. 19.00 í Mentanarhúsinum ovaru hædd móti bátahavnini við niðanfyri standandi dagskrá:

Umsókn frá Ósbjørn Jacobsen, arkitektar fyri SP/F Framherja um byggiloyvi til umbygging av fyrrverandi trolvirkinum hjá P/F Vónini á havnarlagnum matr. nr. 239c á Bakkavegi 22 í Fuglafirði og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
2. viðgerð av eykajáttan til íløgu og rakstur av Vesturstovu. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 31. mai 2018.
Skriv frá Sýslumanninum fyri Eysturoyar sýslu um tilmæli um 2 grindaformenn og 2 tiltaksfólk, hetta sambært § 15, stk. 2a í kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017, har Fuglafjørður er góðkend sum hvalvág. Eysturkommuna skal uppnevna teirra formann fyri Leirvík og Runavíkar kommuna teirra fyri Oyndarfjørð. Tað er Sýslumaðurin, sum sambært § 2 í kunngerðini uppnevnir 4 grindaformenn og 2 tiltaksfólk.
Fuglafjørður 14. juni 2018

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni

borgarstjóri

Útgreining

Dato:
21. juni, 2018
Nær / kl.:
19:00 - 21:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530