Leygagrkvøldið 3. mai bjóða vit øllum við til eina hugfarsliga, skemtiliga og minniliga løtu, tá ið Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen taka yvir Mentanarhúsið saman við sínum superbólki av framúr dugnaligum tónleikarum! Hetta verður ikki sum einhvør onnur miðalhampa konsert – hetta verður outlaw rokkur, har einki er pakkað inn, men kemur beint frá livrini. Sámal og Benjamin fara m.a. at spæla gott country frá meistarligum nøvnum sum Waylon Jennings, Willie Nelson og Hank Williams. Harumframt verður eisini trivið í dustlagt blues úr sumpinum, umframt teirra egnu løg, ið føroyingar longu hava tikið til sín. Við sær á pallin hava teir: Jan Rúna Poulsen á trummum, Torleik Mortensen á bass og Kim Hansen á tangentum.
Sum nakað heilt serligt kemur føroyska country legendan, Ragnar í Vík, at syngja nøkur løg.
Hetta verður eitt einastandandi kvøld har tú kanst uppliva friðleysan-verkamanna-cowboy-country-blues-rokk, frá okkara fremstu lógloysingum. Hetta vilt tú ikki vilt missa.
Keyp í forsølu fyri 150 kr (+ 10 kr avgr.gjald) her
Prísur við dyrnar 200 kr