Hóskvøldini 28. juni og 12. juli, frá kl. 19 – 21, verður dansiundirvísing í modern Jive í Mentanarhúsinum. Jive er eitt slag av pardansi, sum nýliga er komin til Føroyar. Tískil er hetta ein dansur, bæði fyri royndar og óroyndar dansarar.
Undirvísarar verða Súsanna Skylv og Niclas Joensen.
Kostnaður er 50,- kr. pr. persón fyri kvøldið.