Skip to main content
Loading Tiltøk

Ein løta við Stanley, Signar og Skála

24. november, 2016 kl. 20:00 - 21:30

Hóskvøldið 24. nov. kl, 20.00 syngur og spælir Stanley Samuelsen fyri okkum í Mentanarhúsinum.Stanley er góður við heimbygdina, og mong góð minnir hevur hann hiðani og trúliga vitjar hann heimbygdina.
Systkinabarnið hjá Stanley, Jakku, vanliga nevndur Skáli, hevði verðið 100 ár, um hann hevði livað.
Allir fuglfirðingar kendu og hildu nógv av Skála, og hann var ein sonn bygdarmynd.
Á konsertina fer Signar á Brúnni at hugleiða stutt um sjáldsama og dámliga mannin Skála.
Fuglfirðingar eru ikki sørt stoltir av Stanley, ið hevur gjørt rættliga vart við seg sum góður sangari, gittarspælari og yrkjari bæði í Føroyum og uttanlands.
Nýggja fløga hansara, við gomlum og nýggjum løgum, verður til keyps í Mentanarhúsinum hetta sama kvøldið.
Vælkomin í Mentanarhúsið hóskvøldið, har høvið eisini er at keypa sær ein kaffi – ella temunn.

Útgreining

Dato:
24. november, 2016
Nær / kl.:
20:00 - 21:30
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530