Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Eivør konsert + Ásgeir + Elinborg

1. november, 2025 kl. 20:00
Eivør 1 november

Eivør endar stóru heyst-konsertferðina í Mentanarhúsinum

Leygarkvøldið 1. november verður eitt stórt leygarkvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tá spælir Eivør seinastu konsertina á stóru konsertferðini í evropa her í húsinum– og tað verður við fullum bólki:

  • Mattias Kapnas á tangentar
  • Mikael Blak á bass og tangentar
  • Per I. Højgaard Petersen á trummum

Áðrenn Eivør fer á pallin, fáa vit eisini tveir heilt serligar gestir, ið hava verið við Eivør á konsertferðini:

  • Elinborg, sum í hesum døgum gevur nýggja fløgu út
  • Ásgeir, altjóða kendi íslendski sangarin og sangskrivarin.

Elinborg hevur bólkin við sær – meðan Ásgeir framførir solo.

Konsertin verður standikonsert, men 64 sitipláss eru løgd út til sølu fyri tey, sum av heilsu- ella aðrari orsøk hava trupult við at standa alla tíðina. Vit heita á øll um at virða hetta og lata plássini fara til tey, sum hava tørv á teimum.

Kostnaður standipláss: 395 (pluss avgreiðslugjald)
Kostnaður sitipláss: 445 (pluss avgreiðslugjald)

🎫   KEYP ATGONGUMERKI HER

Útgreining

  • Dato: 1. november, 2025
  • Nær / kl.:
    20:00

fyriskipari

Stað