Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

JÓLASOUL í Mentanarhúsinum

21. desember kl. 20:00

EINGI JÓL UTTAN JÓLASOUL

KEYP ATGONGUMERKI HER

Vit eru so heppin, at sangarinnurnar handan Jólasoul, aftur í ár fara at forkela føroya fólk við síni vælumtóktu jólakonsertrøð, sum byrjaði á vetri 2020. Vit eru serliga heppin í eysturoynni, at hesar madammurnar í ár hava játtað at koma til Fuglafirðar at spæla eina av hesum konsertum. Í fjør góvu tær eina plátu út við einari rúgvu av jólaløgum, og í ár gleða tær seg at spæla hesar og aðrar sangir fyri okkum í Mentanarhúsinum.

“Tað verður so í øllum førum ikki minni av einum braki hesaferð” lova tær fimm sangarinnurnar:
Jasmin Mote
Anna Sofía Skoradal
Marianna W. Nagata
Katrina Olsen og
Dania O. Tausen
 
Tær tríggjar seinastnevndu kenna vit eisini sum jazztrioina, SWAY. Jólasoul er harumframt eisini kent fyri at bjóða enn fleiri gestatónleikarum á pallin, so har simpulten ikki er pláss fyri fleiri!

Styrkin hjá Jólasoul er ta fjølbroytni, tær allar bera fram, sum á pallinum og í ljóðmyndini gongur upp í eina hægri eind. Tær framføra egnar útsetingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norðurlendskum og enskum, útseta tónleikin, týða tekstir, og gera egnar kórútsetingar.

Við sær á pallin hava tær ein sera góðan bólk:

Vár Miðberg (trummur)

Karl Andrias Stórá (bass)

Kristian Pauli Ellefsen (klaver, synth)

Vinjar Egilsnes Petersen (klaver, synth) og

Ari Johannesen (gittar).

Hetta er ein bólkur, sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og framum alt, kvalitet. Yvirskipaða rósið, tey hava fingið eftir hvørja konsert, hevur verið, at tað er tjekkað, at fólk eru í tryggum hondum, at tað er stuttligt, at tað er sárbært, at tað er girl-power, og síðst, men ikki minst, at tað fær fólk í jólahýr.

“Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki.” – Svanna Jákupsdóttir (Ummæli)

“Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj. Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum.” – Birgir Kruse (Ummæli)

Jólasoul
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Sunnukvøldið 21. desember kl 20
Kostnaður:
Børn 0 – 12 ár: 95 kr (pluss avgjald)
Ung 13 – 17 ár: 195 kr (pluss avgjald)
Vaksin 18+: 245 kr (pluss avgjald)

Útgreining

  • Dato: 21. desember
  • Nær / kl.:
    20:00

Stað