Skip to main content
Loading Tiltøk

ÚTSELT!! Eykasýning: Onki at grína eftir

7. juli kl. 20:00 - 22:00

EYKASÝNINGIN ER ÚTSELD!!!

Føroyar hava fingið eina duo, sum skal fáa fólk inn í Mentanarhúsið. At flenna. Í bestu hásummartíð. Nærri tilskilað á Varmakeldu.

Fyrr flentu fólk eftir Varmakelduteiti, men sum við so nógvum øðrum, so eru tey eisini farin at broyta tað. Ein slitin lærari úr Gøtu og ein linjuvoktari úr Fuglafirði hava sitið saman og snikkað til eitt sokalla statt-upp show, sum er eitt nýggjari slag av teiti, sum kemur úr Ameriku. Annar av teimum eitur Meinhard “Áðrenn Elvis” Jensen, og hin eitur Kristian Sofus “fótbóltshagtøl, tað eri eg” Eldevig, og teir eru snøgt sagt “Onki at grína eftir.”

Hvussu skegir eru teir, spurdi onkur. Sannheitin er tann, at eingin veit ordiliga. Men teir vóru seinast sæddir á báti úti við Syðrugøtulandinum, har teir fortaldu góðar fyri kópinum har úti. Kópurin doyðu so allur í látri.

Kristian Sofus og Meinhard eru annars nakað so forkunnigt sum fjórði og fimti. Annar heldur við ÍF og er linjuvoktarii, og hin átti ein abba, sum var frá Gjógvará. Nú halda teir seg vera passaliga klárar til at stilla seg við hvør sínari mikrofon at fortelja góðar.

Teir eru Onki at grína eftir, og tað verður skilið, nú hásummar er, og tey flestu eru glað.

Dyrnar lata upp kl. 19 og øll sum koma til sýningina fáa okkurt gott úr barrini tá ið tey koma – bjór, kaffi, vatn ella sodavatn.

Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 7. juli kl 20:00. Atgongumerki fáast her

 

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerki eru ikki longur tøk

Útgreining

Dato:
7. juli
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Kostnaður:
kr.195
Tiltak bólkur:

fyriskipari

Mentanarhusið

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map