Sangleikurin
SHREK
í Mentanarhúsinum í mars 2023
Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik.
Frá 18. til 29. mars sýnir breytin fram ”Sangleikurin SHREK” í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór, smá, ung og gomul. Leikurin, ið tekur umleið 2 tímar, er bygdur á stuttliga og øðrvísi ævintýrfilmin frá 2001. ”Sangleikurin SHREK” hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Sjónleik, tónleik, sang, dans, tøkni – og ikki minst verður sera nógv gjørt burturúr búnum og palli! Næmingarnir spæla og syngja, og fakfólk saman við næmingum, foreldrum og avvarðandi taka sær av búnum og palli.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. 28 næmingar í 10. flokki eru á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Næmingarnir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.
Keyp atgongumerki