Vegna sera stóran áhuga verður eykasýning av teitinum fríggjakvøldið kl 22.00.
Fyrr var vanligt at spæla teiti í Fuglafirði – tað, sum aðrastaðni verður kallað kabarett. Í nógv ár hevur einki teiti verið á skránni, men í ár verður tað! Í eina tíð hava sjónleikarar og tónleikarar verið í gongd við at arbeiða við sketjum og sangum, sum prika og pirka. Og ovmikið av evnum eru at skemta sær við, so tit kunnu gleða tykkum at síggja, hvat kemur burturúr. Tað skal nokk blíva stuttligt, sangbart og hvast!