- Hetta tiltak er liðugt.
Føroyskt filmskvøld

Nú føroyska filmslistin veruliga spílar seg út, er ætlanin at føroyska filmskvøldið skal verða eitt afturvendandi tiltak, har vit kunnu vera við til at varpa ljós á nógvu og spennandi føroysku filmunum.
Hetta fyrsta filmskvøldið fara vit at vísa fylgjandi tríggjar filmarnar:
Filmur 1: Trøllabeiggjin (Gudmund Helmsdal, Rakel Helmsdal)
Tveir brøður búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at hava mist eldra beiggjan stríðast teir fyri tilveruni og sambandinum sínámillum.
Filmur 2: Tunnan (Jóannes B Lamhauge, Jónfinn Stenberg)
Í eini lítlari føroyskari bygd finna fýra mans eina seglaða brennivínstunnu, ið er skola upp á land. Teir skunda sær at fjala tunnuna í einum kjallara, burtur frá forvitnum eygum. Tað vísur seg tó skjótt, at tunnan kanska ikki inniheldur brennivín, men heldur okkurt heilt annað. Spenningurin økist, tá Símun noyðist at halda skil á tingingunum í kjallaranum, og á illgrunasomu konuni í erva.
Filmur 3: Omman (Julia í Kálvalíð)
Tveir beiggjar eru farnir niðan í hagan at leita eftir ommuni, sum er full, og hjálpa henni heim. Men, sum ikki eina ferð, tekur hon teir á bóli.


