Í samband við at Mentanardagar eru í Fuglafirði fyrsta vikuskifti í september, verður skipað fyri einari avbjóðing í triathlon leygarmorgunin 2. septembur. Avbjóðingin er ætlað øllum áhugaðum, royndum sum óroyndum. Av tí at teinurin ikki er langur, er hetta eitt gott høvi hjá nýggjum íðkarum at royna triathlon.
Luttikið verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum. Øll royna sama tein, ið er 130 m svimjing, 6 km súkkling og 1,6 km renning.
Skrá
Kl. 10.30 innskriving
Kl. 11.00 kunningarfundur
Kl. 11.20 upphiting
Kl. 12.00 startur
Tilmelding
Tilmelding til avbjóðingina fer fram á atgongumerki.fo, og tað er ókeypis at luttaka. Freistin at melda til er fríggjadagin 1. sep kl. 12.00.
Innskriving og kunningarfundur verður í Mentanarhúsinum.
Stutt lýsing av avbjóðingini:
Svimjingin verður á sjónum út frá sandinum í Fuglafirði. Allir luttakarar skulu svimja tvær rundir á 65m.
Samlaða súkklirutan er 6km long og har eru 97 hæddarmetrar.
Samlaða rennirutan er 1,6km við 36 hæddarmetrum.
Øll skiftir fara fram uttanfyri Mentanarhúsið. Hvør luttakari skal hava ein kassa, balju ella líknandi, har klæðir og útgerð hjá viðkomandi skulu verða í.
Hjálparfólk verða á svimjirutuni og vegirnir á súkklirutuni eru stongdir.