Droymur tú um eina grønari framtíð og ert tú forvitin um møguleikarnar innan tær grønu útbúgvingarnar?
Kom og hoyr Christian Muurmann og Michael Sejer frá Jordbrugets UddannelsesCenter – gartnaraskúlanum – greiða frá um tær mongu praktisku grønu útbúgvingarnar, ið skúlin kann bjóða.
Eisini greiður Bjartur Larsen, Basalt, frá um samstarv við Jordbrugets UddannelsesCenter og um hvussu tað er, at hava næmingar, ið skulu til Danmarkar í skúla.
Vit fara eisini at hoyra frá nøkrum núverandi føroyskum lærlingum og hvat teimum dáma sínar grønu úbúgvingar.
Marita Øre, frá Fuglafjarðar kommunu, greiðir frá um sínar uppgávur, sum Anleggsgartnari og teknologur.
Aftaná verður møguleiki at seta spurningar, at heilsa uppá og fáa eitt gott prát við luttakararnar – saman við einum koppi av kaffi og køku.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll í Mentanarhúsinum mikukvøldið t. 30. august kl. 18.30
Tiltakið er ókeypis