Seinasta vikuskifti í august verður árliga Harmonikutreffið aftur í Fuglafirði. Aftur í ár verður Mentanarhúsið karmur um meginpartin av tiltøkunum. Gleðið tykkum til nakrar stuttligar og spennandi dagar við góðum harmonikutónum frá ymiskum føroyskum og norðurlendskum bólkum.
Nærri kunning um treffið kemur so líðandi.
Kostnaður fyri vikuskiftisarmbond er 500 kr fyri vaksin og 350 kr fyri pensionistar.
Armband gevur fría atgongd til allar konsertir, dans o.a. Eisini verður møguleiki at keypa dagsatgongumerki við dyrnar.
Armbandið er samtíðis ein lutaseðil har vinningurin er ein ferð við uppihaldi fyri tvey í vár til Harmonikutúr við Sólorku til Alicante í Spania. Virðið á vinninginum er 20.000 kr.
Keyp atgongumerki á
https://fhf.atgongumerki.fo/ticket?eventId=348118