Eitt av mest forkunnugu mentanartiltøkunum í seinnu helvt av august, verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, tá tveir av fremstu klassisku úrmælingunum í Føroyum fara á pall saman.
Violinleikarin Monika Stauss Joensen fer at spæla eina fjølbroytta og spennandi skrá saman við klaverleikaranum Jóhannesi Andreasen. Hóast bæði eru kend innan klassiskan tónleik her á landi, so hava tey sjáldan áður verið at hoyra saman á palli.
Monika og Jóhannes hava hvør í sínum lag royndir á konsertpallum í Evropa og USA, og tey hava fyrr víst, at tey megna at rúnarbinda áhoyrararnar við teirra kensluborna og sannførandi spæli.
Monika er uppvaksin í Sveits, Jóhannes í Føroyum. Hóast teirra uppruni sostatt er heilt ymiskur, vildi tilvildin, at bæði lósu í London eftir at hava lokið teirra grundleggjandi útbúgving sum tónleikarar í ávikavist Sveits og Eysturríki.
Monika og Jóhannes fara at spæla ta kendu vársonatuna eftir Beethoven umframt tónleik eftir amerikumenninar Georg Crumb og Frederic Balasz og eysturríksku tónaskaldini Elzbieta Wiener-Zajac og Fritz Kreisler. Samanumtikið eitt spennandi konserttiltak, har høvi verður at hoyra tveir av okkara fremstu klassisku tónleikarum spenna seg út við tónleiki, sum stendur teimum nær.
Konsertin er í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 19. august kl. 20.