Hóskvøldið 26. apríl spælir Johan Solo í Mentanarhúsinum og Hans Andreas hitar upp.
Føroyski guitaristurin, sangarin og sangskrivarin Johan Petersen, sum hevur eina fjølbroytta bakgrund innan alt frá rocktónleiki til klassiskt filmstónleikasmíð í Danmark, vitjar føroysk spælistøð við soloprojektinum hjá sær.
Hetta er ein orkufyltur einmansbólkur, har sterk sangskriving verður sett saman við virtuost guitarspæl. Við dukandi stompbox og fóttamburin er talan um eina framførslu við stórari variatión og eitt einastandandi, persónligt og tíðarleyst bland av folk-, blues- og rocktónleiki.
Hans Andreas kemur at hita upp hetta kvøldið. 28 ára gamli FMA-virðislønti trubadururin, útgav sína fyrstu stakfløgu, Vision, í okt. 2016 og hevur hann turnerað runt evropa síðani. Hann hevur spælt á festivalum í londum sum Schweitz, Danmark, Polen, Spanien og fer nú á konsertferð í Russlandi næstu vikurnar. Stílurin er amerikana/folk.
Hóskvøldið 26. apríl verða hesir báir at hoyra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Keyp atgongumerki her