Skip to main content
Loading Tiltøk

High School Musical 2

29. mars, 2017 kl. 20:00 - 22:00

Í døgunum frá 29. mars til 6. apríl sýnir Sangleikabreytin hjá 10. flokki í Fuglafjarðar skúla í samstarvi við Skúlan við Streymin og Stranda skúla HIGH SCHOOL MUSICAL 2 í Mentanarhúsinum.

Atgongumerki til almennu sýningarnar kunnu bíleggjast á Kunningarstovuni í Fuglafirði tlf. 238015. Atgongumerki til skúlasýningarnar kunnu bíleggjast á tlf. 238063.
Almennu sýningarnar verða 29. og 30. mars og 1., 2., 4., 5 og 6. apríl – allar sýningar byrja kl 19, uttan sýningin 29. mars, sum er kl. 20
Kostnaður: 125 kr fyri vaksin og 75 kr fyri børn (13 ár og yngri).

Verið hjartaliga vælkomin til ein stóran, stuttligan og romantiskan sangleik, ið brúsar við sangi, dansi, sjónleiki og tónleiki! Umleið 60 næmingar úr 10. flokki eru partur av leikinum.

Útgreining

Dato:
29. mars, 2017
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530