Tað er áhugavert og spennandi, at vit føroyingar eiga so nógvar dialektir.Hvussu ber tað til, at vit eiga so nógvar og so ymiskar dialektir, og hvussu verður við teimum í framtíðini ? Hvørva tær so hvørt, sum útjaðaraøkini fækkast og meira verður miðsavnað ?
Hesir spurningar verða umrøddir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 17. apríl, kl. 19.00.
Jógvan í Lon Jacobsen, professari leggur fyri við fyrilestri, ið hann kallar: Hví eru dialektir so áhugaverdar ?
Signar á Brúnni hevur stuttar samrøður við fólk, ið koma ymstaðni frá í landinum við ymiskum dialektum.
Tosað verður við hesi fólk : Andrea Lervig (Eiði) – Hanna Christiansen (Sandoy) – Aksel Poulsen (Sumba) – Finnbjørn Hovsgarð (Hovi) – Hergeir Nielsen (Vágur) – Heri Joensen (Svínoy) – Páll Sivertsen (Gjógv) – Solby A. Christiansdóttir (Klaksvík) – Jákup Jørgensen (Vágar).
Lív Næs & Tróndur Enni syngja og spæla
Høvið verður hjá áhoyrarum at seta fram spurningar um dialektir.
Og sjálvandi verða nakrir føroyskir sangir sungnir, har Eyðun á lakjuni spælir undir.
Hjartaliga vælkomin !
Mynd: Birgir Kruse
Atgongumerkir á 100,- fáast her, og við dyrnar.