Skip to main content
Loading Tiltøk

Jólakrás við James, Plúmm og Gutta

8. desember, 2018 kl. 19:00

Leygarkvøldið 8. desember kl. 19:00 verður jólakrás innan mat og tónleik til kræsna góman
Kalvafiskiklógvin og elskuligi meistarakokkurin Gutti Winther, fer at ganda 3 rættir:

Føroyskir brellbitar við makreli, laksi, saltfiski, tarvskjøti úr Stóru Dímun & súltaðum grønmeti. Dipp & breyð

Braisseraðan lambsbógv við leyki, røtum, káli, eplum, urtum & portvínssauce

Sjokuláta, kirsuber, nøtir & jól

Omaná verður leskilig konsert við húsorkestrinum mannaðum av trimum Plúmmarum og gestasangara.

Plúmm eru eitt stuttligt bland av okkara fremstu flogvitum innan tónleikin, teir funnu saman í ungum árum, og hava líka síðan leska tónatystar føroyingar við sínum frámúr góða spæli. Frá poppinum til jassin, saman við Holgari Laumann, ella sum Føstufressar hjá Terja, so hava teir altíð levera føroyskar gourmettónar.

Í húsorkestrinum eru teir tríggir Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu.

Til jólakvøldini borðreiða teir við jólaligum og hugnaligum løgum, borðin fram saman viðeinum gesti av ovastu hyll, og hetta kvøldið er tað teirra gamli vinmaður og Playboy James Olsen, ið stendur á odda.

Kostnaður fyri tiltakið er: Kr. 780,- Íroknað er matur og konsert, drykkivørður fáast til keyps.

Útgreining

Dato:
8. desember, 2018
Nær / kl.:
19:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530