Skip to main content
Loading Tiltøk

Klaverkonsert: Jesper René

16. november, 2023 kl. 20:00 - 21:30

Í november kemur danski klaverspælarin Jesper René til Føroyar á konsertferð.

Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum.

Sum nærmast tann einasti í Norðanlondum hevur hann serliga framført tey stóru klaververkini av Bach. Í seinastuni hevur hann til dømis framført Das Wohltemperierte Klavier i Grønland og Goldberg variationerne, sum hann eisini spælir í smáum serstøkum støðum sum til dømis í fongslinum í Herstedvester.

Ein aðalhugsan hjá Jesper René er, at tey stóru tónleikaverkini eisini skulu spælast í teim smáu støðunum, har tey ikki vanliga eru at hoyra. Afturat tónleikinum hjá Bach hevur Jesper eitt stórt og fjøltáttað repertoire frá Beethoven til Brahms við serligum denti á tónleikinum hjá Chopin og Debussy.

Jesper er í Føroyum 14. – 25. november og fer at hava bæði skúlakonsertir og almennar konsertir ymsa staðni í Føroyum. Skráirnar verða lagdar eftir hvørjir áhoyrararnir kunnu væntast at vera.

Hósdagin 16. november spælir kl. 20.00 spælir hann í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Sama dag fer hann at spæla fyri børnunum í Fuglafjarðar skúla.

Atgongumerki

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerki eru ikki longur tøk

Útgreining

Dato:
16. november, 2023
Nær / kl.:
20:00 - 21:30
Kostnaður:
kr.50 – kr.100
Tiltak bólkur:

fyriskipari

Mentanarhusið

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530