So er konsertin aftur á skrá. Konsertin, ið skuldi verða 29. Oktobur bleiv avlýst vegna Steypafinaluna, verður 25. Februar kl. 20.00
Guðrið Hansdóttir, “Gult myrkur”
Eftir at seinasta útgávan “Painted Fire” kom út, hevur ikki verið so nógv at hoyrt, til songkvinnuna, men nú kemur hon sterkt aftur við eini nýggjari útgávu, við heitinum “Gult myrkur” og er útgávan eitt samstarv við yrkjaran Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum hevur skrivað allar tekstirnar, sum eru á føroyskum. Útgávan var tikin upp í Studio Bloch og í E7 studio í Reykjavík í 2021 og eru tað Mikael Blak, Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum hava framleitt útgávuna. Tróndur Bogason gjørdi streingja og kórútsetingar og fleiri gestasangarar og tónleikarar eru við á útgávuni m.a Eivør Pálsdóttir, Hans Marius Ziska, Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, KATA, Fróði Hansen, Bjarki Hansen og fl.
Løgini eru akustisk við rødd og akustiska guitaranum, sum berandi elementið, saman við streingjaljóðføri og elektroniskar rútmum.. Løgini eru sárbær, innilig, hugvekjandi og bera vón um ljós í myrkrinum.
Guðrið fer at framføra nýggju útgávuna, umframt eldri løg saman við nýggja bólkinum hjá sær, sum er mannaður av Katrinu Olsen: kór, saksofon, keyboard, Ari Johannesen: guitar, Karl Andrias Stórá: bass og Hjørtur Háberg: trummur
Lyon Hansen hitar upp.