SÆLA
Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.
Stórur eftirspurningur hevur verið at síggja Sælu. Nú er møguleikin í Fuglafirði !
Høgni Djurhuus, ummælari, rósti filminum og segði, at “har er einki banalt, einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt.”
Bjørk Búadóttir Tórgarð eigur høvuðsleiklutin; um hana sigur Djurhuus: “Sum Rebekka er Bjørk Búadóttir Tórgarð framúr. Hon er Rebekka út í æsir, pínan, neyðin, ivin, sannførandi.”
Leikstjóri er Katrin Joensen-Næs, ið áður hevur leikstjórnað Ábyrgd, sum eisini fekk góð ummæli og varð handað sálarheilsuvirðislønina frá Sinnisbata.
Aftaná sýningina prátar Búi Dam við leikastjóran Katrin Joensen-Næs um filmin og arbeiðið handan filmin.
Leikarar: Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen, Ebba Malena Debess Thomsen.
Leikstjóri: Katrin Joensen-Næs
Sjangra: Drama
Longd: 25 minuttir
Aldursmark: 15 ár