Sangirnir hjá Kára P. eru av einum slag sum seta seg fast og blíva við at geva meining. Soleiðis eru tað nógv sum hava tað, og tískil eru vit glað fyri at kunna presentera Kára P., her sum trio.
Hinumegin Ringvegin Trio eru:
Kári P.: sang og guitar
Finnur Hansen: klaver og kór
Edvard Nyholm Debess: kontrabass og kór
Kári hevur tvær útgávur á baki: Vælferðarvísir og Hinumegin Ringvegin, og eru báðar varðar í føroyskum tónleikahøpi. Hetta eru sangir sum t.d. Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður, – og so nógvir aðrir..
Hendan sangskattin fer Hinumegin Ringvegin Trio at tríva í hetta kvøldið. Eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.
Tað er bara Kári sjálvur sum kann syngja sínar sangir, sum teir eiga at vera. Royndu og dugnaligu tónleikararnir Finnur og Edvard stuðla undir og lyfta, so vit hetta kvøldið fáa Kára P. í besta innpakningi.
Keyp atgongumerki