Gesturin hetta kvøldið er Hans Andrias Sølvará dekanur á Fróðskaparsetri Føroya
Vit práta um samleika og samfelag í Mentanarhúsinum. Verturin, Kjartan Gaard Sleire, ið er lærari og M.A í Altjóða og globalari søgu tosar við gestir, ið á ymsan hátt lýsa evnið samleiki og samfelag anno 2019.
Hans Andrias Sølvará fer at tosa um “Kirkjuna, brøðurnir og vekingarrørslur í Føroyum – ein samanbering við Ísland”.
Brøðurnir hava serstakliga stóra undirtøku í Føroyum, í veruleikanum er talan um eitt heimsmet. Tað setur spurningin hví so er og hvønn týdning tað hevur havt. Í fyrilestrinum fer føroyska dømið at verða samanborið við gongdina í Íslandi, sum varð ávirkað av stórt somu rákum sum Føroyar. Við støði í hesi samanberingini fer at verða roynt at nema við onkur viðurskifti, sum kunnu hava verið við til at gera, at brøðurnir fingu so stóra undirtøku og ávirkan á føroyskt trúarlív.
Kostnaður er 70 kr. við dyrnar, og øll undir 25 ár sleppa inn fyri hálvan prís.
Í Mentanarhúsinum kl. 19.30 mikukvøldið 6. mars
Lærari/vertur: Kjartan G. Sleire tlf. 272017
Tilmelding: Kvøldskúlin 238010 ella við dyrnar.