Kunnandi fundur um nýggja listan til Býráðsvalið í Fuglafirði, Lista F, verður mikukvøldið 12. oktober kl. 20.00 og er fyri allar borgarar í Fuglafjarðar Kommunu.
Her verður høvið at hoyra nærri um stevnuskránna hjá Lista F, eisini verður møguleiki fyri at seta spurningar til valevnini.
Bárður Toftum Petersen verður orðstýrari á kvøldinum og øll valevnini hjá Lista F luttaka. Tey sum mannað Lista F eru:
Pætur Eysturskarð, Kristbjørg Petersen, Magni Jóhansson Hansen, Steintóra Nesá, Palli Vang, Tórun Beck, Ólavur Larsen, Eileen Ejdesgaard, Eivin Breiðaskarð, Maria á Boðanesi, Kristian Petersen, Malena Hansen og Jonn Sólheim Thomsen
Kaffi, te og okkurt søtt verður sjálvandi bjóða. Vónandi hevur fundurin áhuga hjá øllum borgarum í Fuglafirði, Kambsdali og á Hellunum. Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum og leggja fram okkara ætlanir fyri kommununa.