Fríggjadagin 25. oktober verður kvøldseta í Mentanarhúsinum.
Hetta kvøldið koma frásøgufólk ymsastaðni frá í landinum at greiða okkum frá um seyð og seyðahald í Føroyum.
Skráin er hendan:
Ingvard Lamhauge, Saltangará
- Søgan um gøtuseyð, staðarnøvn og røkurnar
- Tey ymisku fylgini í Gøtuseyði
- Hvønn týdning hevur tað at halda áseyðatalið?
- Hvussu sær seyðaárið út fyri Gøtuseyð?
Jónfinn Thomsen, Sandavágur
- Ein fjalldagur Norðuri í haga
Jón Nónklett, Lamba
- Festari á ”Eystursíðuni”, sum hoyrir til Lamba
- Eg tók við í 2016 og røkti sjálvur
- Hagin er 3 merkur og 10 gyllin og skipanin er 115 áseyðir
Ingibjørn Eldevig, Fuglafjørður
- Seyðahald, reglugerð – brúksrættur/-brúksskyldur. Frásøgnin byggir á hagalógina – gyrðingarlógina og aðrar lógir, ið fyriskipa seyðahald v.m.