📅 5. juli 2025
📍 Mentanarhúsið í Fuglafirði
– eitt summartiltak við tónleiki, lívi og samanhaldi.
🎉 Fyrstu 100 atgongumerkini fara fyri serprís – 395 kr!
👉 KEYP NÚ OG SPAR 200 KR
Á skránni:
21KNM
ADRENALINE
KIM HANSEN við bólki
JENS MARNI við bólki
INGI POULSEN
DJ ANTONY CHARLES
TUNGHOYRT
GUÐNÝ EMILÍANA & HELGI TÓRSHAMAR (IS)
UM LIVANDI VARMAKELDU
Eitt nýtt tónleikatiltak sær ljósið fyri fyrstu ferð. Livandi Varmakeldu verður eftir ætlan eitt afturvendandi iltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári.
Varmakelda er ein av elstu stevnunum í Føroyum, og hevur rót langt aftur í forna tíð, tá ið keldan varð hildin at hava lekjandi kraft, har fólk komu saman við kelduna til dans og annan felagsskap.
Síðani 1952 hevur varmakelda verið hildin sum ein av bygdarstevnunum við kappróðri og øðrum til gamans og álvara.
Hóast fleiri av stevnunum eru fánaðar munandi ella viknandi munandi, livir varmakeldan enn – og nú skal nýtt lív blásast í hesa siðvenju við tiltakinum, Livandi Varmakelda, sum verður hildið á fyrsta sinni leygarkvøldið 5. juli 2025.
Karmar
Allar konsertirnar verða í Mentanarhúsinum, sum við stórum palli, ljósseting og dygdaranleggi spílar seg út at skapa best møguligu karmarnar.
Fyrsta framførslan byrjar kl. 19.00 og tiltakið endar um náttina kl. 03.45. Í hesum tíðarskeiði fara 8 ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin. Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur – og endamálið er eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt – og livandi.
Tónleikurin 2025
Tónleikararnir sum longu eru avdúkaðir eru:
Adrenaline
Kim Hansen v/bólki
Ingi Poulsen duo
DJ Antony Charles
Tunghoyrt
Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar (úr Íslandi)
Fleiri bólkar og einstaklingar koma á skránna í næstum.
Fylg við á Facebook: Livandi Varmakelda og Instagram: @livandivarmakelda.
Atgongumerki
Tað eru bert góð 500 atgongumerki sett til sølu.
Tey fyrstu 100 fáast fyri serprís: 395 kr (bert fá eftir).
Síðani fer prísurin upp á 495 kr.
Á degnum fer prísurin upp á 595 kr.
Framtíðin
Endamálið er at byggja eitt afturvendandi tiltak upp næstu árini. Mentanarhúsið og økið kring húsið eru framúr góðir karmar til slík tiltøk. Verður undirtøkan góð, so eru útlitini fyri at Livandi Varmakeldu verður ein fastur og livandi partur av føroyska tónleikasummarinum bjørt.
Fyriskipararnir
Livandi Varmakelda verður fyriskipað í tøttum samstarvi millum eigararnar av skeinkistaðnum Etasjan og Mentanarhúsið.
Eru spurningar um eitthvørt, set teg so í samband við:
Ólav Larsen (etasjan) á tel. 504444 / t-post olavur@hugnalotur.fo
Jón Tyril (Mentanarhúsið) á tel. 238070 / t-post jont@fuglafjordur.fo