- Hetta tiltak er liðugt.
Konsert: URÐ (Jógvan Joensen, Tróndur Bogason, Andreas T. Restorff) + Jákup á Lakjuni

Sunnudagin 10. august kl 17.00 fer nýstovnaði bólkurin URÐ fyri fyrstu ferð á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
URÐ merkir “tað, sum er hent”, og bólkurin sigur um seg sjálvan, at hann tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir inn í ein nýskapandi og nútíðarligan ljóðheim.
Tónleikurin er minimalistiskur, har endurtøkur og dronur mynda ein serstakan samleika – sum ein ljóðlig ferð millum mentanir og landsløg.
URÐ: Jógvan Joensen · Tróndur Bogason · Andreas Tykjær Restorff
Áðrenn URÐ fer á pallin leggur Jákup á Lakjuni fyri.
Jákup sigur um sínar sangir:
“Eg haldi, at mínir sangir og mín framførsla eru innilig, still og lyrisk. Tað er bara eg og mín gittari. Stemningur og kvirra hava stórt pláss í framførsluni, og eg royni at bera orðini fram við tónum í vónini um, at tey náa inn í hjartað á áhoyraranum. Eitt kent skald segði, sum hann leit aftur á tær bøkur, sum hann longu hevði útgivið, at tær allar vóru bønir til Guds. Soleiðis havi eg tað eisini við mínum sangum. Eg vóni, at sangirnir kunnu hita hjørtuni, sum teir hava hitað mítt.”
Kostnaður í forsølu: 100 kr + avgjald (KEYP HER)
Kostnaður við dyrnar: 150 kr
Konsertin er stuðlað av Økistónum.
MYND: BRUNO MIKAEL EYSTURSTEIN
