Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Matur & Vín – støkk-upp matstova við føroyskari rávøru á Mentanardøgum

5. september, 2025 kl. 17:00 - 6. september, 2025 kl. 22:00
Støkk-upp matstova við Sonna, Tróndi og vínkúllum í ovara sali í Mentanarhúsinum.
Upplatingartíðir:
Fríggjadag 5. september, kl 17 til 22
Leygardag 6. september, kl 12 til 14 og kl 17 til 22

Kokkarnir Sonni Zachariassen (ið hevur verið høvuðskokkur á Fiskastykkinum, Húsgarði og Ræst) og Tróndur Húsgarð (ið m.a. hevur arbeitt á Áarstovu) seta upp eina matstovu meðan Mentanardagarnir eru.
Teir koma at bjóða smærri rættir, sum antin kunnu etast inni ella sum tú kanst taka við tær.
Maturin er framleiddur úr føroyskum rávørum.
Neytakjøt frá Varmakeldugarðinum, saltfiskur frá PRG, hvítanýru av føroyskum seyði.

Vín, djús og kaffi
Umframt matin koma Vínkúllarnir Ólavur og Pól Hans at hava eina vín, djús og kaffibarr, har tú kanst fáa vín, ið er úrvalt til júst hesar rættirnar, og annars ymiskt annað vín úr goymsluni hjá kúllunum.
Eisini fæst 100% hyllublómudjús og súrepla- og rabarbudjús. Eisini ber til at keypa sær kaffi og okkurt omaná.
Matskráin:
Føroysk neyta “boeuf bourguignon” við eplamorli og karamelliseraðum perluleyki (neytakjøt frá varmakeldugarðinum)
Confiteraður saltfiskur við eplamorli og tomat (saltfiskur frá PRG)
Bonusrættur: Friterað hvítanýru (nossa nuggets) við chilli mayo (hvítanýru av føroyskum seyði)
Omaná: rámjólk creme anglaise við berum (mjólk frá Varmakeldugarðinum)
Serútvalt vín kann bíleggjast til allar rættirnar.
Upplatingartíðir:
Fríggjadag 5. september, kl 17 til 22
Leygardag 6. september, kl 12 til 14 og kl 17 til 22

Útgreining

  • Start: 5. september, 2025 kl. 17:00
  • End: 6. september, 2025 kl. 22:00
  • Tiltak bólkur: